23/01/2025
Ólavsøka í 30 stigum☀️
Stóra frítíðaríbúðin í Garden of Eden við Svartahavsstrondina í Bulgaria er tøk 12 dagar í juli/august. Frá 21. juli til 2. august.
Ferðast beinleiðis við eitt nú Norwegian úr Keypmannahavn til Burgas um morgunin 21. juli og heim aftur um kvøldið 2. august.
Tað eru einans 35 min. at koyra av flogvøllinum til íbúðina í Garden of Eden í Sveti Vlas. Íbúðin hevur trý kømur, tvey baðirúm, stóra stovu við køki og egna altan.
Pláss er væl fyri 6 fólkum í íbúðini, sum kostar 7.000 kr. at leiga í eina viku og 9.500 kr. í 12 dagar.
Eru tit upp aftur fleiri í ferðalagnum, ber helst til at leiga aðrar íbúðir í stóra frítíðarkompleksinum umframt hesa.
Til ber at svala sær á í mongu svimjihyljunum ella á strondini, ið hoyrir til Garden of Eden, har tað eisini eru fleiri matstovur og barrir - eitt nú fiskamatstova og italiensk matstova.
Um hetta hevur áhuga, kunnu tit skriva persónlig boð á Messenger.