Føroyingafelagið í Aarhus

Føroyingafelagið í Aarhus Føroyingafelagið í Aarhus hevur til endamáls at knýta føroyingar búsitandi í Aarhus saman🇫🇴 Eisini er møguligt at nýta bankaflyting reg 9570 konta 12592930.

Ársgjaldi fyri limaskap er 100 kr og kann gjaldast via MobilePay á 13489. Minnst til í báðum førum at viðmerkja navn/nøvn og e-mail adressu. Føroyingafelagið í Aarhus heldur til í hølum felagsins, Áarstova á Hermodsvej 3A, 8230 Aarhus. Í Áarstovu verður skipa fyri ymsum tiltøkum - millum annað ráðgeving fyri føroyingum búsitandi í Aarhus, føroyskt kór, hátíðarhald av merkisdøgum, føroyskur dansur

og annað virksemi. Limir felagsins eru altíð vælkomnir at skipa fyri tiltøkum. Føroyingafelagið í Aarhus varð stovnað hin 14. septembur í 1963. Stovningarfundurin var settur á Hotel Regina í Aarhus kl 20.00 av Zakarias F. Wang úr Kaldbak. Jon Simonsen úr Sandavági var orðstýrari á fundinum. Umleið 20 føroyingar møttu upp til hetta fyri okkum í dag so týdningarmikla endamál.

Á fundinum varð Zakarias F. Vang valdur til formann, Eyðun á Rógvu Olsen til peningarøkil og Anna Lassen til skrivara. Aðrir nevndarlimir vóru Anna Kastrup og Kristina Evensen Bergstedt. Til tiltakslimir vóru valdir Flemming Augustinussen og Andru Harboe Ree. Til grannskáðarar vóru valdir Petur Zakariassen og Carl Mikkelsen.

27/03/2026

TV2 Østjylland vóru framvið hjá okkum í gjár og gjørdu eitt lítið innslag🇫🇴

❗️Nevndin er skipað❗️Í kvøld hevur nýggja nevndin hildið fyrsta fundin saman og skipað seg😊Formaður: Eigil Oddmarsson Gu...
23/03/2026

❗️Nevndin er skipað❗️
Í kvøld hevur nýggja nevndin hildið fyrsta fundin saman og skipað seg😊
Formaður: Eigil Oddmarsson Gudmundsen
Næstformaður: Niklas Samuelsen
Kassameistari: Barbara Hammer
Nevndarlimur: Hans Sejer Tummasarson
Nevndarlimur: Bárður Lenvig
Nevndarlimur: Bára Helmsdal Clothier
Nevndarlimur: Rannvá Fróðadóttir á Dunga
Nevndarlimur: Sofía Súnadóttir Pedersen
Nevndarlimur: Tórunn West Av Teigum
Eykalimur: Brandur Mohr Simonsen
Eykalimur: Robert Bjarnason
Eykalimur: Hanus Harðarson
Eykalimur: Helgi Højgaard Hanusarson
Eykalimur: Guðrið Káradóttir Petersen
(Guðrið Káradóttir Petersen vantar á myndini)

Vit gleða okkum til gott samstarv og nógv spennandi tiltøk😁

17/03/2026

Til øll sum ikki vóru har á degnum, og tey sum leingjast aftur at hoyra tey vøkru orðini, ið vórðu løgd fram tá, vilja vit gjarna deila grækarismessu-taluna, ið varð hildin av Meinhardt Jacobsen á grækarismessuhaldinum í síðstu viku.
-----------------------------------------------------------------------

Góðu tit øll,
góðu føroyingar í Århus.
Í dag eru vit savnað her í Áarstovu.
Ikki ímillum háborðin fjøll. Ikki umgyrd av føroyska váranganum.
Men kortini á einum staði, har føroyingar búðleikast.
Og tað er nakað serstakt við hesum.
At ein lítil partur av Føroyum kann liggja her millum danskar villavegir og rekkjuhús.
Í dag er Grækarismessa.
Dagurin, tá tjaldrið aftur setist á klettarnar.
Ikki her í Åbyhøj. Men heima í Føroyum – har fann tað aftur grót undir fótunum.
Og vit kenna tað.
Tí hóast vit sita her í Åbyhøj, so rørist nakað í okkum.
Várið gerð ikki ógvusliga vart við seg.
Tað kemur líðandi. Við líggjum vindi.
Og hugurin at ferðast eitt sindur longur vestur í hav er farin at vaksa.
Og tá kórið um eina løtu syngur “Vár við líggjum vindi”,
so syngja vit ikki bara um ársơðina.
Vit syngja um løtuna, har hjartað byrjar at venda sær móti kleƫnum –
vit kenna rákan av vestanvindinum, longu áðrenn vit vita av ơ sjálvi.
---
Tjaldrið er ein egin fuglur.
Tað kemur aftur á hvørjum árið.
Ikki við braki og stórum dramatikki – men við einum snjøllum málið, sum allir føroyingar kenna.
Tað lendir á kleƫnum, og gongur runt í łørðuni á sínum eyðkendu reyðu beinum og letur kensluna
av at verða komin heim, breiða seg út í minstu fjarðaspísjarnar.
Men tjaldrið hevur eisini verið burtur.
Tað hevur flogið langt.
Tað hevur ligið veturin av í fjarskotnum londum. Við strendurnar í Evropa, ja summi í hitanum í
Afrika.
Men tjaldrið kemur altíð aftur.
Og vit kenna øll júst hettar.
Vit eru farin í útlegd.
Summi í lestrarørindum.
Onnur í arbeiðsørindum.
Og onnur bara tí at lívið førdi okkum henda vegin.
Og knappliga sita vit her – í fjálgu Áarstovu í Åbyhøj – og halda Grækarismessu.
Her sita ung lesandi, sum kanska nýliga eru komin til Århus.
Og her sita eisini vit, sum hava búðleikast her so leingi, at vit kenna hvørja gøtu í býnum.
Men hóast árini ganga, so er eitt, sum ikki broytist.
Tá várið nærkast, so vaknar ein kensla, sum er torfør at forklára.
Ein lítil longsul.
Ikki bara eftir sól og hita.
Men eftir anganum av sjógvi. Eftir anganum frísku føroysku luftini.
Eftir einum útsýni, har fjøllini standa rundan um teg, sum gamlir vinir.
Her í Danmark er eisini nógv vakurt.
Men tað er ikki heilt tað sama sum at standa á einum fjallatoppið og hugsa:
“Eg skuldi kanska fari omanaftur nú … men bíði eina løtu - eg gangi líka eitt sindur longur.”
---
At vera føroyingur í Føroyum er lætt.
Har nýtist tær ikki at forklára.
Tú ert bara ein partur av samleikanum.
At vera føroyingur í Danmark er eitt sindur øðrvísi.
Her verða vit eitt sindur meira greið yvir, hvørji vit eru.
Vit mugu stundum forklára, hvat Føroyar eru.
Hví vit tosa føroyskt.
Hví vit halda fast í okkara siðir og okkara mentan.
Og júst tá kennur tú, at samleiki ikki er nakað, tú leggur frá tær, tá tú flytur.
Tú tekur hann við tær.
Sum eitt slag av ósjónligum viðføri.
Og so hendir nakað áhugavert.
Tú verður eitt sindur bæði og.
Tú lærir at liva í tveimum mentanum.
Tú hevur vinir her og familju har.
Tú fylgir við bæði í donskum og føroyskum tíðindum – og ert stundum eitt sindur í iva um, hvørjar
politikarar tú skalt vera mest frustreraður av.
Men tað merkir eisini, at tú verður ein brúgv.
Ímillum lond.
Ímillum mentanir.
Ímillum fólk.
Og tað er kanska eisini ein lítil partur av tí, sum Føroyingafelagið her í Århus er.
Ein brúgv, har Føroyar kennast nær – sjálvt um landið er nógvar hundrað kilometrar burtur.
---
So ímeðan tjaldrið nú lendir á klettnum heima í Føroyum, so sita vit her í Áarstovu í Åbyhøj.
Men kanska er frástøðan ikki so stór, sum hon sær út á kortinum.
Tí Føroyar eru ikki bara eitt stað á jarðarklótini. Eitt sandkorn í stóra alhavinum. Føroyar er heim.
Og heim er tað føroyska málið.
Heim eru teir føroysku sangirnir.
Heim er tað vit hava í felag.
Ein kensla av at hoyra til.
---
Várið er júst byrjað.
Ljósið gerst bjartari.
Dagarnir gerðast longri og heitari.
Fyri løtu síðani sungu vit í felag:

Úr øllum ættum koma vindar,
tó ættin ein mær dámar best,
hon fór ímillum fjallatindar,
har sum eg havið vinfólk flest

Og tað er ein vøkur mynd til okkum sum eru samlað her.
So fer heimlongsulin vestur í hav av álvara at gerða vart við seg.
Og vit fara at hugsa, at tað verður gott at koma heim ein túr í summar.
- Og onnur hugsa at tað verður gott at flyta heim aftur.
So lat okkum taka ímóti várinum.
Lat okkum gleðast um samleikan.
Og lat okkum minnast, at hvørja ferð tjaldrið lendir á klettunum,
so er tað eisini ein áminning til okkum
At eisini vit altíð hava eitt heim at venda aftur til.
At Í dag hevur vesturættin ført okkum saman her.

Góða Grækarismessu!

Gevið gætur: føroyska sendistovan í Danmark viðmælir øllum føroyskum lesandi at stemma til løgtingsvalið seinasta lagi í...
13/03/2026

Gevið gætur: føroyska sendistovan í Danmark viðmælir øllum føroyskum lesandi at stemma til løgtingsvalið seinasta lagi í dag, fríggjadag 13-03.
Hetta er fyri at tryggja at stemmurnar náða heim í góðari tíð.

BRÆVATKVØÐUGREIÐSLA TIL LØGTINGSVALIÐ 2026

Frá mánadegnum 9. mars kl. 10 kunnu veljarar staddir í Danmark greiða brævatkvøðu til Løgtingsvalið 2026 á:

Sendistovu Føroya í Keypmannahavn
Strandgade 91, 4. hædd
1401 København K.

Atkvøðugreiðslan á sendistovuni heldur fram alla vikuna kl. 10-15.
Mælt verður til at greiða brævatkvøðu í seinasta lagi fríggjadagin 13. mars kl. 15, soleiðis at greiddar atkvøður kunnu sendast heim til valstøðini í góðari tíð.

LESANDI
Sum lesandi uttanlands hevur tú valrætt til Løgtingsvalið.
Fyri at koma á vallistan sum lesandi uttanlands, skalt tú lúka hesar treytir:
• Bústaðarkrav: tú hevur búð í Føroyum og hevur verið skrásett/ur í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
• Tú skalt ikki hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár.
• Tú ert uttanlands í lestrarørindum.

Soleiðis gert tú:

Tú søkir um at sleppa á vallistan í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur í landsfólkayvirlitinum. Fleiri kommunur hava sjálvgreiðslu á Vanganum, har tú kanst søkja um at fáa valrætt á Vanganum.

1. Rita inn á Vangan
2. Vel ta kommunu, tú búði í, áðrenn tú flutti uttanlands
3. Søk um atkvøðurætt til Løgtingsval

Um tín kommuna ikki er á Vanganum, skalt útfylla skjal 1, sum tú finnur handan leinkið til kunngerðina (sí fyrstu viðmerking til hetta uppslagið).
Eru ivamál skalt tú venda tær til kommunuskrivstovuna.

Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um upptøku á vallistan. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.

SJÚKLINGAR
Sjúklingar og avvarðandi á Sjúklingahotellinum, kunnu harumframt greiða brævatkvøðu á Sjúklingahotellinum hósdagin 12. mars kl. 11-15.

Eru ivamál, ber til at ringja til okkara á tlf. +45 32 83 37 70.

Sendistovan ynskir øllum føroyingum eitt gott val! 🇫🇴 🇫🇴 🇫🇴

02/03/2026

🇫🇴 Lesandi uttanlands? Minst til at skráseta teg til løgtingsvalið áðrenn mikudagin 4. mars ‼️

Fyri at atkvøða skalt tú vera á vallistanum. Ert tú búsitandi uttanlands, skalt tú sjálv/ur søkja um upptøku á vallistanum. Tú søkir um upptøku hjá kommununi, har tú seinast var skrásett/-ur í Føroyum.

Tú hevur valrætt, um tú áðrenn fráflyting úr Føroyum hevur verið skrásett/-ur í fólkayvirlitinum í Føroyum í minst 5 ár tilsamans, og samstundis ikki hevur havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár.

Soleiðis greiðir tú atkvøðu:
Vit hava verið í sambandi við fleiri kommunur og stovnar. Mannagongdin er ikki eins í øllum kommunum, og freistir kunnu vera ymiskar.

‼️ Tí mæla vit til, at tú setir teg í samband við kommununa, har tú seinast var skrásett/-ur, fyri at fáa neyvari kunning um freistir og mannagongd.

Her eru nakrir møguleikar:
- Lesandi uttanlands kunnu verða upptikin á vallistanum í kommununi, har tey seinast vóru skrásett í fólkayvirlitinum. Tú kanst søkja um hetta umvegis umsóknarblað ið kommunan letur tær.
- Í summum kommunum ber til at skráseta seg á Vanganum. Tú ritar inn og velur tína kommunu undir tænastuveitarum. Sum nú er, ber hetta til í Eiðis, Fuglafjarðar, Fugloyar, Hvannasund, Kunoyar, Kvívíkar, Nes, Runavíkar, Sands, Sjóvar, Skopun, Skúvoyar, Sørvágs, Tórshavnar, Tvøroyrar, Vága, Vágs og Vestmanna kommunu.
- Tú kanst greiða atkvøðu við brævatkvøðu á sendistovum, føroysku viðskiftastovunum og kommunukontórum.

Tín atkvøða ger mun. Nýt hana!

04/02/2026

❗️❗️❗️LIMAGJALD❗️❗️❗️
Nú tá ið vit eru farin inn í eitt nýtt ár, vil tað siga at man skal aftur gjalda 100kr fyri at vera limur í Føroyingafelagnum í Aarhus 2026!

Hetta kann gerast við at senda 100 kr. til 13489 á MobilePay ella á konto nr. 9570 12592930.
Í báðum førum skal navn og MAIL-ADRESSA viðmerkjast. (um navn og mail-adressan ikki passa á teigin, so skriva mail-adressuna) Limaskapurin er galdandi til og við 31. desember 2026. Møguleiki er eisini at tekna seg sum ein-dags-lim fyri 40 kr.

Vegleiðing til keyp av kjøti hósdagin kl. 20.00Hósdagin kl. 20.00 kemur eitt leinki út á Facebook síðu okkara til Google...
03/12/2025

Vegleiðing til keyp av kjøti hósdagin kl. 20.00

Hósdagin kl. 20.00 kemur eitt leinki út á Facebook síðu okkara til Google Docs, har ein fær víst skjalið - sum myndin vísur - har ein kann skriva seg upp.

Kann viðmælast at gera hetta frá teldu, tá tað ikki riggar eins væl frá fartelefon, av tí at ein app skal til at kunna skriva.

Um ein er í iva um tað riggar, ber til at trýsta á hetta leinkið og royna at skriva okkurt:

https://docs.google.com/document/d/1fsnrrLAkLMR09DMS1quZMs2TUh9owS6agPX2_5ci58w/edit?usp=sharing

Tað er fylgjandi treytur við at keypa ræstkjøt:
- EINANS LOYVI AT SKRIVA SEG Á 2 POSAR PER HÚSKI!
- Man skal vera limur í Føroyingafelagnum fyri at keypa, eins og at man skal tryggja sær, at man er limur, áðrenn man bíleggur. Til ber at skriva til okkara, fyri at kanna um man er limur.
- Først til mølle-prinsippið fyri hvørt kjøtið.

Adresse

Hermodsvej 3A
Åbyhøj
8230

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Føroyingafelagið í Aarhus sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Føroyingafelagið í Aarhus:

Del